1 mia. til strategiska gransking
Det Strategiske Forskningsråd lýsur eftir umsóknum til strategiska gransking í 2009. Í ár eru 1. mia. kr. oyramerktur til strategiska gransking.
Økini
Grunnurin lýsir eftir umsóknum til strategiska gransking innan hesi økini (trýst á slóðina fyri at koma til sjálva lýsingina):
Heilsa, matvøra og vælferð Umsóknarfreist: 28. apríl 2009
Burðardygg orka og umhvørvi Umsóknarfreist: 6. mai 2009
Veðurlag- og veðurlagstilagan Umsóknarfreist: 23. apríl 2009
Strategisk vakstrarøki Umsóknarfreist: 28. apríl 2009
Kreativa og skapandi samfelagi Umsóknarfreist: 29. apríl 2009
Útbúgving og førleikamenning Umsóknarfreist 27. apríl 2009
Fólkaheilsa og trygd í mun til umhvørvi Umsóknarfreist 30. apríl 2009
Burðadyggur flutningur og undirstøðukervi Umsóknarfreist 4. mai 2009
Einstaklingurin, sjúka og samfelag Umsóknarfreist: 23. apríl 2009.
Hevur tú hug at fáa meiri kunning um útboðini so vitja her
Kunningarfundir verða hildnir í samband við útboðið
12. mars 2009: Kunningarfundur um Burðardygg orka og umhvørvi & Veðurlag- og veðurlagstilagan. Hygg eftir skránni her
17. mars 2009: Kunningarfundur um Einstaklingurin, sjúka og samfelag. Hygg eftir skránni her
25. mars 2009: Kunningarfudnur um Útbúgving og førleikamenning. Hygg eftir skránni her
26. mars: Kunningarfundur um: Heilsa, matvøra og vælferð. Hygg eftir skránni her
30. mars 2009: Kunnigarfundur um: Kreativa og skapandi samfelagi. Hygg eftir skránni her
Hygg eftir kunningarfilmi á youtube um: Strategisk vakstrarøki