Vísindavøka á ferð í Suðuroy
mikudagur 06.03.2024, kl. 19:00, Miðnám í Suðuroy og Miðlatún í Vági
Vísindavøka á ferð í Suðuroy, sum varð útsett fyri veður farna heyst, er nú sett á skrá aftur.
Mikudagin 6 mars verða tvey tiltøk. Kl. 12.00 á Miðnámsskúlanum í Suðuroy og kl. 19 í Miðlatúni í Vági. Á skránni verða tríggjar framløgur, umleið 20 minuttir hvør.
Framløgurnar verða hesar á báðum støðum:
Granskingargrundað rørsluátak í fólkaskúlanum í Suðuroy
Helgi Winther Olsen, Fróðskaparsetrið
Alduorka í Føroyum
Bárður Joensen, Fróðskaparsetrið
Ein kanning um, hvussu føroyingar, sum hava hjálpartól, uppliva hjálpartólatænastuna
Turið Jacobsen, gestagranskari, Fróðskaparsetrið
Øll tiltøkini eru almenn og ókeypis.
Fyrivarni verður tikið fyri broytingum.