Vísindavøka á ferð í Suðuroy
mikudagur 28.10.2020, kl. 19:00, Miðnámsskúlin í Hovi
Í ár fer Vísindavøkan á ferð kring landið í tíðarskeiðinum 26. oktober til 4. november.
Á hvørjum tiltaki verða tríggjar framløgur, 20-25 minuttir hvør. Hvør framløga verður bert hildin eina ferð, so møguleiki er at fara til fýra ymisk tiltøk.
Framløgurnar á Miðnámi í Hovi eru:
Botndjórakanningar á føroysku firðunum - Eitt føroyskt sammetingargrundarlag
Heidi Mortensen, Fiskaaling
Politisk leiðsla og samskifti í undantaksstøðu: Hvussu loftaðu Føroyar koronakreppuni.
Rógvi Olavson, Søgu- og samfelagsdeildin, Fróðskaparsetrið
Brislingur undir Føroyum - lívfrøði og útbreiðsla
Eydna í Homrum, Havstovan
Tiltøkini verða skipað sambært almennu koronutilmælunum og aktuellu støðuni.