Skriva út

Vísindavøka á ferð í Klaksvík

týsdagur 13.09.2022, kl. 19:00, Klaksvíkar Bókasavn

Í ár verður Vísindavøkan á ferð kring landið í tíðarskeiðinum 12. til 19. september. Talan er um fimm tiltøk, í Havn, í Klaksvík, í Sørvági, á Sandi, og í hovi. Hesi verða øll skipað eftir sama leisti.

Á hvørjum tiltaki verða tríggjar framløgur, umleið 20 minuttir hvør, við granskarum frá ymsum stovnunum.

Týskvøldið 13. september kl. 19 verður Vísindavøkan á Klaksvíkar Bókasavni

Føroyska orkuskipanin broytir skap
Meinhard Eliasen, Umhvørvisstovan

Umsiting av pelagiskum fiskastovnum í landnyrðings-Atlantshavi eftir Brexit
Zvonko Mrdalo, Søgu- og samfelagsdeildin, Fróðskaparsetrið

Hvat kunnu makrelegg brúkast til?
Sólvá Káradóttir Eliasen, Havstovan

Øll tiltøkini eru almenn og ókeypis.