Vísindavøka á ferð í Hovi
mánadagur 19.09.2022, kl. 19:00, Miðnám í Hovi
Í ár verður Vísindavøkan á ferð kring landið í tíðarskeiðinum 12. til 19. september. Talan er um fimm tiltøk, í Havn, í Klaksvík, í Sørvági, á Sandi, og í hovi. Hesi verða øll skipað eftir sama leisti.
Mánakvøldið 19. september kl. 19 verður Vísindavøkan á Miðnámsskúlanum í Hovi
Arbeiðsháttir innan fornfrøði – fyrr og nú
Ann Sølvia Selmarsdóttir Purkhús, Tjóðsavnið
Keyp og søla av orku - frá monopoli til marknað
Sigurð í Jákupsstovu, Umhvørvisstovan
Broytingar í heilsustøðuni hjá eldri føroyingum
Eina H. Eliasen, Deildin fyri Arbeiðs- og almannaheilsu
Á hvørjum tiltaki verða tríggjar framløgur, umleið 20 minuttir hvør, við granskarum frá ymsum stovnunum.
Øll tiltøkini eru almenn og ókeypis.