Landsbókasavnið
Skriva út

Vísindavøka á ferð í Havn

mánadagur 12.09.2022, kl. 19:00, Landsbókasavnið

Í ár verður Vísindavøkan á ferð kring landið í tíðarskeiðinum 12. til 19. september. Talan er um fimm tiltøk, í Havn, í Klaksvík, í Sørvági, á Sandi, og í hovi. Hesi verða øll skipað eftir sama leisti.

Á hvørjum tiltaki verða tríggjar framløgur, umleið 20 minuttir hvør, við granskarum frá ymsum stovnunum.

Mánakvøldið 12. september kl. 19 verður Vísindavøkan á Landsbókasavninum í Havn

Frá útláti til stein - CO2 goymsla í føroysku undirgrundini
Rakul Maria Johannesen, Jarðfeingi

Skíggin - ein góður tænari, men ringur harri
Gitte Klein, Fólkaheilsuráðið

At finna høpi í lockdown: Ein kanning av koronudagbókum
Erika Hayfield, Søgu- og samfelagsdeildin, Fróðskaparsetrið

Øll tiltøkini eru almenn og ókeypis.