Sands Bókasavn Og Kommuna
Skriva út

Vísindavøka á ferð á Sandi

hósdagur 15.09.2022, kl. 18:30, Sands Bókasavn

Í ár verður Vísindavøkan á ferð kring landið í tíðarskeiðinum 12. til 19. september. Talan er um fimm tiltøk, í Havn, í Klaksvík, í Sørvági, á Sandi, og í hovi. Hesi verða øll skipað eftir sama leisti.

Á hvørjum tiltaki verða tríggjar framløgur, umleið 20 minuttir hvør, við granskarum frá ymsum stovnunum.

Hóskvøldið 15. september kl. 18.30 verður Vísindavøkan á Sands Bókasavni

Sambandið ímillum sild, djóraæti og havfrøðiligar broytingar norðanfyri Føroyar í trý áratíggju
Inga Kristiansen, Havstovan

Møguleikar fyri sjóvarfalsorku í føroysku firðunum
Knud Simonsen, Náttúruvísindadeildin, Fróðskaparsetrið

Hví hava føroyingar so ilt í búkinum?
Marjun á Fríðriksmørk Berbisá, Náttúruvísindadeildin, Fróðskaparsetrið

Øll tiltøkini eru almenn og ókeypis.