Vísindavøka 2023
Vísindavøkan 2023 verður í Sjóvinnhúsinum fríggjadagin tann 22. september.
Á skránni verða framløgur, framsýningar og tiltøk, ið á ymsan hátt taka støði í gransking og nýskapan.
Uttanfyri verða telt við tiltøkum fyri børn og vaksin. Næmingar og lærarar á Glasi gera royndir í øðrum teltinum, meðan Havstovan sýnir fram ymsar fiskar o.a. í hinum teltinum. Á Svalanum kring matstovuna Silo verða eisini ymisk tiltøk til stór børn og vaksin.
Framløgurnar verða frá kl. 8.30 til kl. 15.30. Tá verður miðlafagnaður við snarrøðukapping, onkrum lættari tiltaki og handan av heiðursløn fyri bestu almennu miðling av gransking.
Tað er ikki neyðugt við tilmelding til einstøku framløgurnar. Øll eru vælkomin, og øll tiltøk eru ókeypis.
Stroymt verður beinleiðis frá framløgunum. KVF tekur framløgurnar upp og sendir tær seinni í vetur og í vár.
Skráin fyri Vísindavøkuna sæst her.
Skráin fyri Vísindavøku á ferð sæst her.