Patent (1)
Skriva út

ÚTSETT - Patent og Copyright

hósdagur 19.03.2020, kl. 14:00, Kongshøll

Vinnuframi skipar fyri ókeypis tiltaki fyri øll áhugaði í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum hósdagin 19. mars kl. 14-17.

At fáa patent fyllur oftani nógv hjá uppfinnarum av nýskapandi vørum. Nógv orka og peningur er løgd í at menna vøruna, og tað er týdningarmikið, at ongin stjelur hugskotið. At fáa sær patent kann tó vísa seg at verða sera dýrt. Spurningurin er eisini, hvat uppfinnarin skal gera, um hann varnast, at vøran verður kopierað.

Rasmus Bjerring Offersen, uppfinnara-ráðgevi hjá Danmarks Teknologiske Institut, kemur at greiða frá tilgongdina hjá uppfinnarum í samband við at verja vøruna.

Hoyr eisini persónligar søgur hjá uppfinnarum – eisini tá tað ringasta hendir – at vøran verður kopierað.

Tónleikavinnan hevur verið undir stórum trýsti seinastu árini. Tað er ómakaleyst hjá brúkarum, at taka løg ókeypis niður av netinum og tónleikur verður spældir allastaðni í almenna rúminum. Hvussu tryggjar tónleikavinnan sær, at tónleikarar fáa inntøkur fyri sína tónlist?

Kaspar Lindhardt, løgfrøðingur hjá KODA, kemur at greiða frá rættindi hjá tónleikarum.

Føroyska filmsvinnan er í stórari menning og verður alsamt meira yrkislig. Eitt dømi er føroysku stuttfilmurin ‘Ikki illa meint’ hjá Andrias Høgenni, sum vann Robert-heiðursløn fyri besta stuttfilm í Keypmannahavn í januar 2020. Tað er sera nógv løgfrøðislig viðurskifti hugsast skal um, tá farið verður undir filmsframleiðslu.

Katrine Schlüter Schierbeck, juristur hjá The Law Factory, kemur at greiða frá rættindi, sum filmsframleiðarar skulu tryggja sær, tá teir fara undir at gera eina filmsframleiðslu.

Katrine Schlüter Schierbeck arbeiðir sum advokatur fyri donsk og skandinavisk films/sjónvarps-framleiðslufeløg. Seinastu projektini, sum hon hevur arbeitt við eru ‘The Kindness Of Strangers’, ‘Distant Sound Of Barking Dogs’, ‘Ser Du Månen, Daniel’, ‘Forhøret/the Interrogation’, ‘Fred Til Lands/Deliver Us´.

Í stegðinum verður kaffi/te og okkurt leskiligt til góman.

Aftaná framløgurnar kunnu tit práta við serfrøðingarnar og og fáa tykkum víni/øli/cider afturvið.