Skriva út

Umsóknarfreist: Vinnu ph.d.

týsdagur 01.02.2022, kl. 12:00, www.e-grant.dk

Danski Innovationsfonden bjóðar fyritøkum í Føroyum at søkja stuðul til vinnu-ph.d. verkætlanir.

Stuðulin er til samstarvið millum eina fyritøku, eitt universitet og ein vinnu ph.d.-lesandi.

Til ber at fáa stuðul til løn til ein ph.d.-lesandi, upp til 17.000 kr. um mánaðin, upp til 100.000 kr. til fyritøkuna til útreiðslur hjá tí ph.d.-lesandi til ferðing, skeið, umframt 360.000 til universitetið.

Umsóknarportalurin letur upp 20. desember, freistin er 1. februar 2022.

Les meira her