Umsóknarfreist: Stuðul til vinnu ph.d.-verkætlanir
Eigur tú eina fyritøku í Føroyum? Hevur tú hugsað um eina granskingarverkætlan, sum kann loysa eina ítøkiliga avbjóðing, menna fakligu førleikarnar og skapa vøkstur í tykkara fyritøku ella tykkara vinnu?
Ella ert tú útbúgvin nýliga og hevur hug at fara undir eina ph.d.-verkætlan í samstarvi við eina føroyska fyritøku?
Nú er møguleiki at søkja stuðul til vinnu ph.d.-verkætlanir í Føroyum.
Tað eru knappar 3 mill. kr. tøkar at luta út til 2-3 ph.d.-verkætlanir og møguliga til nakrar smærri verkætlanir.
Tvey umsóknarumfør
Tað eru tvey stig í umsóknargongdini.
Í fyrra umfari skal eitt hugskot lýsast. Eisini skal verkætlanin lýsast í stuttum. Dentur skal leggjast á væntaða nyttuvirðið fyri fyritøkuna og granskingarumhvørvið og á styrkta fakliga netverkið millum fyritøku og granskingarumhvørvi.
Umsóknarfreistin í hugskotsumfarinum er 1. mars 2018 kl. 12. Serstakt oyðublað skal nýtast til endamálið. Tak tað niður her
Ein metingarnevnd metir um innkomnu uppskotini og bjóðar bestu umsóknunum víðari til seinna umfar.
Ein fullfíggjaða umsókn skal sendast inn áðrenn freistina, sum væntandi verður 15. juni 2018 kl. 12.
Les meira her