Arbeidsmarknadurin Frameftir
Skriva út

Umsóknarfreist: Stuðul til arbeiðsmarknaðarkanningar heyst 2024

fríggjadagur 01.11.2024, kl. 23:59, gransking.umsokn.com

Áhugafeløg og stovnar kunnu søkja um stuðul til kanningarverkætlanir, sum kunnu gagna arbeiðsmarknaðinum frameftir.

Verkætlanir kunnu bæði vera um evni, sum fevna um allan arbeiðsmarknaðin, og um evni, sum hava serligan týdning í ávísum vinnum ella á ávísum starvsøkjum.

Tað er ein fyrimunur, um einstaka verkætlanin verður skipað sum ein laðasteinur til gransking á økinum og kann styrkja økið við:

- dátum og varandi vitan og førleikum
- samstarvi millum fleiri áhugapartar umboðandi arbeiðstakarar, arbeiðsgevarar og granskingarstovnar

Umsóknarfreist er tvær ferðir um árið, næstu ferð 1. november 2024.

Les meira og søk her