Umsóknarfreist: Stuðul frá NORA
mánadagur 05.03.2018, kl. 12:00, nora.fo
Norrønt Atlantssamstarv (NORA) ynskir at styrkja samstarvið Norðuratlantshavi. Eitt av amboðunum til hetta er stuðul, sum NORA letur tvær ferðir um árið til samstarvsverkætlanir, við pørtum frá í minsta lagi tveimum av teimum fýra NORA londunum: Grønland, Ísland, Føroyar og stranda-Noreg.
Stuðulin frá NORA kann í mesta lagi vera kr. 500.000 um árið í upp til 3 ár.
Komandi umsóknarfreistin er 5. marts 2018.
Les meira á NORA.fo