Havgransking Tidindi
Skriva út

Umsóknarfreist: Havgransking 2025

mánadagur 17.02.2025, kl. 12:00, gransking.umsokn.com

Lýst verður eftir umsóknum til granskingarskránna Havgransking í Norðuratlantshavi - MARiNAO. Granskingarskráin er fíggjað av donsku stjórnini og eggjar til granskingarsamstarv millum Grønland, Føroyar og Danmark.

Vit sóknast eftir umsóknum við denti á havgransking, ið er tengd at, tó ikki avmarkað til, ryggin millum Grønland, Ísland, Føroyar og Skotland.

Upp til 14,4 mió. kr. eru leysar at søkja í hesum umfari.

Mesta stuðulsupphæddin til hvørja verkætlan er 3,6 mió. kr. Stuðul verður væntandi latin 4 verkætlanum.

Lýsing eftir umsóknum við nærri greining av krøvum og treytum sæst her.

Umsóknir skulu sendast umvegis umsóknarportalin.

Umsóknarfreist er 17. februar 2025 kl. 12 føroyska tíð.