Turið Poulsen verjir ph.d. á Setrinum
Mánadagin 18. juli klokkan 13:00 fer Turið Poulsen at verja ph.d-ritgerð sína: "Analysis and modelling of the wind energy resources in the Faroe Islands."
Verjan verður í Kongshøll á Vestaru bryggju í Havn.
Turið Poulsen er innskrivað til ph.d.-lestur á Nattúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum. Hans-Georg Beyer hevur verið høvuðsvegleiðari hennara.
Í metingarnevndin eru:
Hjálmar Hátún, granskari á Havstovuni og adjungeraður lektari á Fróðskaparsetri Føroya
Ana Estanqueiro, leiðandi granskari á Laboratório Nacional de Energia e Geologia í Lissabon
David Infield, professari á Institute of Energy and Environment, University of Strathclyde í Glasgow.
Ritgerðin liggur frammi á Landsbókasavninum tríggjar vikur undan verjuni.
Verjan verður stroymd á youtube her.
Í føroyska samandráttinum av ritgerðini skrivar Turið Poulsen soleiðis:
Í hesi ritgerð verður granskað í vindinum og vindorkuni í Føroyum. Dentur er lagdur á, hvussu vindorkan broytist bæði í tíð og stað. Arbeiðið er gjørt í trimum pørtum. Tann fyrsti parturin lýsir spectral-eginleikarnar hjá vindorkutíðarserium runt um í Føroyum. Annar parturin validerar vindsimuleringar yvir Føroyum, ið er modellerað við forritinum WRF (Weather Research and Forecasting). Hesar simuleringarnar eru síðan nýttar í triðja partinum, ið hevur til endamáls at finna ta bestu samansetingina av staðsetingum av vindmyllulundum í Føroyum, so tann samlaða vindorkan hevur so fáar svingningar sum til ber. Samanumtøka av teimum trimum pørtunum er niðanfyri.
1) Hugt er at vindorkutíðarserium kring Føroyar í tíðarskeiðinum 14. septembur 2018 til 13. septembur 2019. Dentur er lagdur á vindorkubroytingina í tíð og stað. PSD (Power Spectral Density) er funnið fyri allar tíðarseriurnar. PSD lýsir, hvussu tær einstøku tíðarseriurnar sveiggja í mun til títtleika. Her verða PSD funnin fyri títtleikar ímillum (1 dag)-1 og (20 min.)-1. Sum væntað, av tí at veðurlagið er tað sama kring allar Føroyar, líkjast PSD frá teimum ymisku vindorkutíðarserium. Eisini er coherence-funktiónin funnin ímillum øll pør av vindorkutíðarseriunum. Coherence-funktiónin sigur, hvussu synkroniserað sveiggini frá tveimum tíðarserium eru. Eins og sæð í aðrari gransking er samband ímillum coherence-funktiónina hjá vindorkutíðarserium í tveimum støðum og frástøðuna teirra millum. Men coherence-funktiónirnar eru minni í mun til granskingarúrslit frá t.d. støðum, ið eru minni kompleks. Høvundurin kennir ikki til aðra líknandi gransking í støðum, sum líkjast Føroyum; eitt avbyrgt oyggjasamfelag mitt í havinum, við 1400 km2 fjallalendi.
2) Eitt veðurmodell fyri Føroyar er validerað (2). Umframt at finna miðal frávik í simuleraðum vindtíðarserium, eru spectra frá simuleraðum vindtíðarserium samanborin við spectra frá vindmátingum. Henda heldur óvanliga mannagongdin gevur innlit í, um tann simuleraði vindurin sveiggjar rætt. Hetta er týdningarmikið at kanna, av tí at vindur og harvið eisini vindorka er ein óstøðug orkukelda, ið sveiggjar ymisk tíðarskeið. Niðurstøðurnar eru m.a., at kompleksari økir í Føroyum hava størri frávik, at tann simuleraði vindurin sveiggjar minni, og at ov stór korrelatión er ímillum tvær av teimum simuleraðu tíðarseriunum. Hóast hesar báðar seinnu niðurstøðurnar, eru tær simuleraðu tíðarseriurnar nógv frægari enn ta upprunaliga dáta settið (ERA5 reanalysis data), ið var nýtt sum markvirði í veðurmodellinum.
3) Dátu frá veðurmodellinum í støðum, ið áður eru mett at vera vælegnað til vindmyllulundir, eru nýtt til at optimera samansetingina av staðsetingum av vindmyllulundum kring Føroyar. Optimeringin gevur ta bestu loysnina, so tann samlaða vindorkutíðarserian hevur so fáar svingningar sum til ber. Úrslitini vísa, at vindorkutíðarseriurnar frá teimum optimeraðu samansetingunum hava nógv færri svingningar. Sum dømi kann nevnast, at ein optimerað vindorkutíðarseria við sjey vindmyllulundum svingar 13% minni per tíma, tá hugt verður at fimta og fimmhálvfemsinda persentili, í mun til eina vánaliga samanseting við sjey vindmyllulundum. Færri svingningar føra til minni rakstur av el-netinum. Einki samband tykist vera ímillum tær optimeraðu samansetingarnar av vindmyllulundunum og ta árligu vindorkuframleiðsluna.
(2) Kjeller Vindteknikk hevur gjørt simuleringarnar fyri SEV, og SEV hevur gjørt tær tøkar til hesa gransking.