Torkil Veyhe verjir ph.d. á SDU
fríggjadagur 26.04.2024, kl. 10:00, Syddansk Universitet
Fríggjadagin 26. apríl kl.10 fer Torkil Veyhe at verja ph.d. á Institut for Teknologi og Innovation, Syddansk Universitet.
Ritgerðin kallast "Design of Looped Wire Rope Connections between Concrete Wall-Elements: Experimental Investigation and Establishment of Mechanical Model for the Anchorage Capacity of Looped Wire Ropesin samandráttur kann síggjast her.
Talan er um eina vinnu phd.-verkætlan, sum er gjørd í samstarvi mullum Syddansk Universitet og COWI.
Henrik Brøner Jørgensen, lektari á SDU, hevur verið høvuðsvegleiðari, meðan Søren Gustenhoff Hansen og Bernt Suikkanen, báðir frá COWI, hava verið hjávegleiðari.
Tað verður møguligt at fylgja verjuni við stroyming.
Mynd: Privatmynd hjá Torkili Veyhe umvegis KVF.