Skriva út

Talgilt Jobmatch 2021

mikudagur 29.12.2021, kl. 12:00, Netið

Fyrireikararnir hava valt at útseta tað fysiska Jobmatch tiltakið, sum skuldi verða millum jóla og nýggjárs orsakað av koronuvandanum. Hóast hetta, so ber til at hittast talgilt.

Jobmatch hevur ment eina nýggja skipan, sum ger tað møguligt hjá tær at bíleggja talgild JobPrát við teir luttakarar, tú hevur áhuga í at hitta.

Eitt JobPrát kann eitt nú nýtast til at tosa um størv, starvsvenjingarmøguleikar, ella samstarv um skrivligar uppgávur í samband við lesnaðin. Eisini ber til at tosa við okkum í Granskingarráðnum  um møguleikar at søkja stuðul til gransking. Vit eru tøk til prát umvegis JobPrát skipanina tann 29. desember.

JobPrátið kann bíleggjast frá miðjum desember og fram til 28. desember á midnátt inni á jobmatch.fo.

Tað ber altíð til at fáa vegleiðig frá okkum um umsóknir til stuðul til gransking. Send ein teldupost á gransking@gransking.fo ella ring á 567800.