Sunnvør Phd
Skriva út

Sunnvør Klettskarð í Kongsstovu verjir ph.d. á Setrinum

hósdagur 14.05.2020, kl. 13:00, Netfundur

Hósdagin 14 mai kl. 13 fer Sunnvør Klettskarð í Kongsstovu at verja ph.d.-ritgerð sína á Fróðskaparsetrinum. Verjan verður umvegis Zoom og verður stroymd her.

Í seinasta parti av verjuni er andmæli ex auditorio.

Nú verjan er talgild, skulu slíkir spurningar antin sendast til formannin í próvnevndini, Tom Gilbert (tgilbert@sund.ku.dk), áðrenn 14. mai 2020 kl. 12:00 (føroyska tíð) ella skulu spurningarnir setast sum Q&A inni á sjálvum zoom-webinarinum, ið verður her.

Spurningarnir skulu vera á enskum ella donskum.

Lesið ph.d.-ritgerðina hjá Sunnvør Klettskarð í Kongsstovu her.

Eitt stuttur samandráttur á føroyskum og enskum er fremst í ritgerðini.

Sunnvør hevur í ph.d.-skeiðinum verið í starvi hjá Amplexa Genetics og verið innskrivað á Fróðskaparsetrinum. Hon hevur arbeitt á iNOVA.

Ritgerðin kallast: "Sequencing the North Atlantic herring (Clupea harengus) genome and development of a genetic stock management tool”.

Høvuðsvegleiðarar hava verið Svein-Ole Mikalsen, professari á Fróðskaprsetrinum, og Hans Atli Dahl, granskari á Amplexa Genetics.

Í metingarnevndini sita: Tom Gilbert, professari, Københavns Universitet, Bent Petersen, lektari Københavns Universitet og Einar Eg Nielsen, professari DTU.

Verkætlanin hevur fingið stuðul frá Granskingarráðnum.

Mynd: setur.fo