Sólva Káradóttir Eliasen verjir ph.d. á Fróðskaparsetrinum
hósdagur 24.08.2017, kl. 13:00, Vinnuháskúlin
Hósdagin 24. august fer Sólvá Káradóttir Eliasen at verja ph.d.-ritgerð sína, ið ber heitið: "Primary prodction on the Faroe Shelf - Spatial and temporal variations with links to hydrography".
Verjan verður á Vinnuháskúlanum. Hon er almenn og byrjar stundisliga kl. 13.
Sólva Káradóttir Eliasen hevur granskað gróður á føroyska landgrunninum. Hon hevur starvast á Havstovuni við hesi verkætlanini og verið innskrivað til ph.d.-lestur á Fróðskaparsetrinum.
Ph.d.-ritgerðin liggur alment frammi á Landsbókasavninum.
Mynd: hav.fo