Sissal Ph.D.Verja
Skriva út

Sissal M.Rasmussen verjir ph.d. á SDU og Setrinum

hósdagur 04.06.2020, kl. 11:45, Zoom og Kongshøll

Hósdagin 4. juni fer Sissal M. Rasmussen at verja ph.d.-ritgerð sína um máltøku hjá føroyskum børnum.

Ritgerðin eitur "Færøske børns tidlige ordforrådstilegnelse – Adaption og normering af en færøsk version af MB-CDI-forældrerapporter."

Sissal M. Rasmussen hevur verið innskrivað á Institut for Sprog og Kommunikation, Det Humanistiske Fakultet, Syddansk Universitet, og á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Upprunaliga skuldi verjan vera á Syddansk Universitet, men vegna Covid-19 verður hon talgild á zoom. Sissal fer at sita á Fróðskaparsetrinum og limirnir í metingarnevndini í Danmark, Noregi og Svøríki. Møguleiki verður eisini at fylgja við á stórskíggja í Kongshøll á Vestaru bryggju í Havn, men umstøðurnar gera, at pláss bara er fyri 40 áhoyrarum. Leinki til stroymingina er her

Í metingarnevndini sita Anna Sara Hexeberg Romøren, lektari á Oslo Metropolitan University, Mårten Eriksson, professari á University of Gävle og Laila Kjærbæk, lektari á Syddansk Universitet, sum eisini er formaður í nevndini.

Vegleiðarar eru Dorthe Bleses, professari á Aarhus Universitet, Hjalmar P. Petersen, professari á Føroyamálsdeildini og Zakaris Svabo Hansen, námslektari á Føroyamálsdeildini.

Í verkætlanini viðger Sissal M. Rasmussen máltøku hjá føroyskum børnum við serligum denti á orðfeingi.

Lesið ph.d.-ritgerðina her.

Verkætlanin er stuðlað av Granskingarráðnum sí Stuðulsyvirlitið

Kelda: setur.fo

Mynd: privatmynd