Seturskjak oktober
Fróðskaparsetur Føroya sær, sum undirvísingar- og granskingarstovnur, ein stóran tørv á at taka ábyrgd av at kunna almenningin um virksemið á stovninum. Hetta gevur samstundis almenninginum møguleikan fyri at spyrja nærri inn til og at kjakast meira um hetta sama. Tí taka vit nú aftur táttin við Seturskjakið uppaftur. Hetta kvøldið verður evnið:
Kropslig venjing sum viđgerđarháttur
Tiltakið er ætlað sum kjakkvøld, har fólkið fær høvi til at hoyra meira um eitt ávíst evni og at spyrja nærri inn til hetta sama evnið. Hetta verður gjørt soleiðis, at fakfólk hava styttri framløgur um evnir og at tað so uppfylgjandi verður eitt panel, sum leggur afturat hesum og sum so aftur leggur upp til eitt kjak, har áhoyrarar eisini luttaka.
Framløgurnar hetta kvøldið hava Magni Mohr um "Kropslig venjing sum viđgerđarháttur" og Amanda Vang um "Exercise, microbiote and inflammation". Í panelinum sita Magni Mohr, Guðrun Zakariassen, kommunulækni, og ein politikari. Kjakið verður stýrt av orðstýrara, sum til hetta tiltakið er Óluva Zachariassen, tíðindakvinna.
Kongshøll gevur góðar karmar, eisini til tílík tiltøk, og bjóða vit øllum at verða hjartaliga vælkomin á gátt har hóskvøldið 4. oktober. Byrjað verður kl 19:30 og tiltakið endar kl 21:00. Vit bjóða kaffi/te/vatn og smákøkur.
Kelda: Fróðskaparsetur Føroya