Seturskjak november
Evnið fyri komandi Seturskjakið er "Førenskt. Mál og málnýtsla í Føroyum."
Hesuferð er tað Føroyamálsdeildin, ið skipar fyri og leggja tey afturat evninum fyri kvøldið, at “heldur enn føroyskt mál, fara vit at skifta orð um mál í Føroyum, tí nógv ymisk mál verða brúkt í føroyska samfelagnum, og enskt ávirkar í størri og størri mun málnýtsluna, serliga millum ung”.
Tiltakið er ætlað sum kjakkvøld, har fólkið fær høvi til at hoyra meira um evnið og at spyrja nærri um hetta. Hetta verður gjørt soleiðis, at fakfólk hava stuttar framløgur um vald evnir sum síðani vera viðgjørd við eitt pallborð, sum leggur afturat hesum og sum so aftur leggur upp til eitt kjak, har áhoyrarar eisini luttaka. Kjakið verður stýrt av orðstýrara
Kongshøll gevur góðar karmar, eisini til tílík tiltøk, og bjóða vit øllum at verða hjartaliga vælkomin á gátt hóskvøldið 8. november. Byrjað verður kl. 19:30 og tiltakið endar kl. 21:00. Vit bjóða kaffi/te/vatn og smákøkur.
Fróðskaparsetur Føroya