Ncbio Veðurlagsbroytingar
Skriva út

Ráðstevna: Veðurlagsbroytingar og fólkaheilsa í etiskum høpi

hósdagur 22.09.2022, kl. 09:00, Umeå, Svøríki & á netinum

Í døgunum 22-23. september 2022 skipar Norðurlendska nevndin fyri bioetikk (NCBio) fyri ráðstevnu í Umeå, Svøríki, har evnið er etiskir spurningar í sambandi við, hvussu veðurlagsbroytingarnar ávirka fólkaheilsuna.

Veðurlagsbroytingarnar raka alt og øll, eisini fólkaheilsuna. Við vaksandi hitalagi, hækkandi sjóvarmála og hitnandi høvum, økist eisini vandin fyri nýggjum umfarssóttum og avlagan av búøkjunum hjá bæði menniskjum og djórum. Men hvørjir eru so teir etisku spurningarnir, sum eru mest átrokandi at viðgera í hesum høpi? Tað er hetta, sum er evnið á hesi ráðstevnu, sum er ókeypis og almenn.

Kunning um ráðstevnuna
Ethical Perspectives on Health Impacts of Climate Change
22-23. september 2022, Umeå, Svøríki
Tilmelding og skrá: https://www.nordforsk.org/events/2022/ethical-perspectives-health-impacts-climate-change
Freist at melda til: 8. september 2022
Til ber eisini at luttaka um netið