Ncbio
Skriva út

Ráðstevna um etikk og eftirgjørdan intelligens í heilsurøkt og gransking

týsdagur 02.11.2021, kl. 09:00, Syddansk Universitet

2. november 2021 frá kl. 9 til 17 skipar Nordic Committé on Bioethics (NCBio) í samstarvi við SDU fyri spennandi ráðstevna um etikk og eftirgjørdan intelligens í heilsurøkt og gransking. Ráðstevnan verður hildin í Odense, men eisini ber til at luttaka talgilt.

Sí nærri kunning og skrá fyri dagin her

Leinki til tilmelding og tilfar um aðrar ráðstevnur, sum NCBio hevur skipað fyri síggjast eisini á heimasíðuni hjá Nordforsk

Súsanna M. Mortensen er føroyskur eygleiðari í NCBio. Samband fæst við hana her