football-is-medicine.jpg
Skriva út

Ráðstevna: Football is Medicine 2020

leygardagur 25.01.2020, kl. 13:54, Kongshøll

Setrið: Triðja vísindaliga ráðstevnan um "Football Fitness" verður hildin í Kongshøll 25.-26. januar næsta ár

Úrslit av áralangari gransking

Seinastu 15 árini hava altjóða viðurkendu fysiologarnir Peter Krustrup og Magni Mohr granskað í heilsuárinum av “Football Fitness”, ella heilsufótbólti. Teir hava sett gongd á verkætlanir runt allan heimin, og í dag eru 150 vísindaligar útgávur komnar í altjóða tíðarrit, og konseptið er testað vísindaliga í aldursbólkum heilt frá 7 ára gomlum børnum upp til 80 ára gomul. Eisini er konseptið kannað sum viðgerð av fleiri sjúklingabólkum og er m.a. partur av viðgerðini av prostatakrabba í danska heilsuverkinum. Fleiri peer review-greinir er skrivaðar, og metaanalysukanningar eru gjørdar, sum staðfesta vísindaliga, at talan er um ein sterkan heilsufremjandi venjingarhátt. Í løtuni leiða teir báðir verkætlanir í 25 ymiskum londum í fimm heimspørtum.

“Football is Medicine” - altjóða pallur og ráðstevna

Altjóða pallurin “Football is Medicine" varð settur á stovn í 2018, og í fjør var fyrsta vísindaliga ráðstevnan hildin í Portugal við 350 læknum, fysiologum, sálarfrøðingum og øðrum heilsugranskarum.

Onnur ráðstevnan var hildin á Syddansk Universitet í Odense í januar 2018. Umleið 200 fólk tóku lut í ráðstevnuni, har danski ráðharrin, Eva Kjer Hansen, og varaforsetin í UEFA, Karl-Erik Nilsson, vóru við til at skjóta ráðstevnuna í gongd.

Vísindaliga innhaldið, ið varð lagt fram á ráðstevnuni, var breitt. Byrjað var fríggjadag við fyrilestri við danska professaranum og hjartalæknanum, Peter Riis Hansen, sum legði fram sannførandi úrslit um fóltbóltsvenjing sum viðgerð av hjarta-æðra-sjúkum. Seinni legði Magni Mohr fram føroysk úrslit av fótbóltsvenjing fyri kvinnur við ov høgum blóðtrýsti, og týski sálarfrøðingurin, Anne-Marie Elbe, hugleiddi um motivatión og fótbóltsvenjing, har fótbóltsvenjing var staðfest sum sera motiverandi venjingarháttur.

Eitt av hæddarpunktunum var tá hávirdi kanadiski læknin og professarin, Karim Khan, sum eisini er ritstjóri í tíðarritinum ”Bristish Journal of Sports Medicine”, helt fyrilestur um ”Exercise as Medicine”. Brasilianski ítróttarfysiologurin, Maysa de Souse, greiddi frá góðum úrslitum í samband við viðgerð av typu 2-diabetes í Sao Paulo, meðan týski læknin, Tim Meyer, tosaði um skaðar og fótbóltsvenjing fyri vanlig fólk og sjúklingar.

Leygarmorgunin vóru m.a. fyrilestrar um heilsuárinini av fótbóltsvenjing fyri børn við dømum úr Danmark, Englandi og Portugal, umframt um fótbóltsvenjing sum viðgerð av monnum við prostatakrabba og kvinnum við bróstkrabba, sum granskarar av Ríkissjúkrahúsinum løgdu fram. Eisini legði May-Britt Skoradal, ph.d.-lesandi á Fróðskaparsetrinum, fram síni úrslit við venjing av eldri við prediabetes, meðan amerikanski læknin, Felipe Lobelo, greiddi frá góðum royndum við diabetessjúklingum á universitetssjúkrahúsinum í Atlanta, USA.

Seinnapartin hoyrdu vit kenda danska professaran, Per Aagaard, vísa á stóru árinini á styrki og beinagrind av fótbóltsvenjing, meðan italski professarin, Pasqualina Bueno, tosaði um árinini av fótbóltsvenjing á lívfrøðisliga aldring og aktivering av heilsufremjandi genum við venjing. Seinasti parturin av ráðstevnuni viðgjørdi, hvussu “Football Fitness” kann skipast í verki og í heilsuverkinum við dømum úr Danmark og Portugal.

Tórshavn 2020

Peter Krustrup, formaður í “Football is Medicine” samtakinum, tók samanum ráðstevnuna og kunngjørdi, at komandi ár verður triðja altjóða ráðstevan í Tórshavn, har Fróðskaparsetrið, Fótbóltssamband Føroya og Fólkaheilsuráðið verða vertir saman við Tórshavnar Kommunu. Magni Mohr endaði við einum kunnandi uppleggi um komandi ráðstevnuna og bjóðaði øllum vælkomin til Føroyar í januar 2020.