Ráðstevna: Bioethics of clinical innovation and unproven methods
týsdagur 09.04.2019, kl. 09:00, Københavns Universitet
Týsdagin tann 9. april 2019 skipa norðurlendska nevndin fyri bioetikk, NCBio, og Center for retlige studier i velfærd og marked,WELMA, fyri ráðstevnu á Københavns Universitet.
Ráðstevnan ber heitið "Bioethics of clinical innovation and unproven methods".
Ráðstevnan er almen, men vendir sær serliga til heilsustarvsfólk, kliniskar granskarar, heilsunevndir í parlamentum, embætisfólk og sjúkrahúsfyrisitarar.
Tað er ókeypis at luttaka, men skráseting er neyðug. Les meira og melda til her
Luttakarar rinda sjálvir fyri ferð og uppihald.
Súsanna M. Mortensen er føroyskur eygleiðari í NCBio. Samband fæst við hana her