Politiskur Pallborðsfundur
Skriva út

Politiskur pallborðsfundur: Gransking í Føroyum – nú og frameftir

leygardagur 24.08.2019, kl. 15:00, Kongshøll

Breið semja tykist vera víða um í samfelagnum, at gransking og vitan eru av avgerandi týdningi til tess at menna føroyska samfelagið at taka ímóti teimum avbjóðingum, sum Føroyar og heimurin allur standa fyri á so mongum økjum. Tí skipar Fróðskaparfelagið fyri almennum pallborðsfundi leygardagin 24. august kl. 15 í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum á Vestaru bryggju.

Umboð fyri allar politisku flokkarnar, sum stilla upp til løgtingsvalið, eru boðin við. Evnið á fundinum er: Gransking í Føroyum – nú og frameftir. Fundurin verður skipaður við stuttum framløgum og pallborðskjaki, og høvi verður hjá áhoyrarunum at seta teimum, sum sita við pallborðið, spurningar.

Við hesum fundi setur Fróðskaparfelagið gransking á dagsskránna og vil draga fram í ljósið, hvat ið teir politisku flokkarnir, sum bjóða seg fram til løgtingsvalið, ætla at gera við gransking og vitan, og hvussu flokkarnir ætla at menna gransking til eina av teimum tryggu súlunum, sum framtíðar Føroyar standa á.

SKRÁIN:

15:00 – Forkvinnan í Føroya Fróðskaparfelag bjóðar vælkomin

15:10 – Framløgur

+ Annika Sølvará, stjóri á Granskingarráðnum

+ Ólavur Ellefsen, formaður í stýrinum fyri Fróðskaparsetur Føroya

+ Svein-Ole Mikalsen, professari í mýlskarilívfrøði á Fróðskaparsetur Føroya

15:40 – Pallborðsfundur – eitt umboð fyri hvønn politiskan flokk

Orðstýrari verður Rógvi Olavson

Meiri kunning um tiltakið verður kunngjørt her: Gransking í Føroyum - nú og frameftir

Øll eru vælkomin!

Vinarliga,

Føroya Fróðskaparfelag