Ph.d.-verja: Jacobina Kristiansen verjir ph.d. í Aarhus
11. apríl klokkan 15:15 (danska tíð) fer Jacobina Kristiansen at verja sína ph.d.-ritgerð á Aarhus Universitetshospitali.
Ritgerðin eitur "Effect of exercise training on platelets, coagulation and fibrinolysis in patients with stable coronary artery disease", og Jacobina hevur verið knýtt at Landssjúkrahúsinum, Fróðskaparsetri Føroya, Aarhus Universitetshospitali og Aarhus Universiteti undir lestrinum.
Andmælingar eru Ulrik Dalgas, professari á Aarhus Universiteti, Bente Klarlund Pedersen, professari á Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn, og Ingebjørg Seljeflot, professari á Oslo Universitetshospitali.
Vegleiðarar hava verið Anne-Mette Hvas og Steen D. Kristensen, professarar á Aarhus Universiteti, Magni Mohr, professari á Fróðskaparsetri Føroya, og Erik L Grove, lektari á Aarhus Universitetshospitali.
Verkætlanin er stuðlað av Granskingarráðnum úr Sjúkrakassagrunninum
Verjan verður í Auditorium C114-101, Aarhus Universitethospital, Palle Juul-Jensens Boulevard 99, 8200 Århus N.
Føroyskur samandráttur
Hjartaæðrasjúka er tann sjúkan, ið krevur flest mannalív globalt. Fólk við hjartaæðrasjúku, ið venja regluliga, doyggja minni sannlíkt av hjartaæðrasjúku og verða ikki líka ofta innløgd á sjúkrahúsi. Harafturat fáa tey eina betri lívsgóðsku. Samstundis vita vit, at akutt hørð venjing kann økja um vandan fyri deyða, hóast hetta er sera sjáldsamt. Enn er óvist, hvørjar mekanismurnar eru handan hesar broytingar eftir bæði akutta og reguliga venjing. Blóðplátur og blóðstorknan spæla ein stóran leiklut, tá blóðtøppar verða gjørdir, og møguliga kann venjing ávirka hesa skipanina.
Grein I: Vit gjørdu eitt systematiskt yvirlit yvir verandi vitan, um hvussu reglulig venjing ávirkar blóðplátu funktiónina hjá fólkum við hjartaæðrasjúku og frískum fólkum. Vit funnu 40 kanningar, sum samanlagt kannaðu 1.166 fólk við hjartaæðrasjúku og 1.071 frísk fólk. Reglulig venjing hevði onga týðiliga ávirkan á blóðplátu funktiónina, hvørki hjá fólkum við hjartaæðrasjúku ella hjá frískum. Verandi kanningar høvdu tó nógvar veikleikar, og vitanin á hesum økinum var ófullfíggjað. Tískil mettu vit tað neyðugt við fleiri randomiseraðum kanningum, fyri at koma hesum nærri.
Grein II: Vit kannaðu ávirkanina av regluligari háorku interval venjing hjá 142 fólkum við hjartaæðrasjúku. Høvuðsúrslitini vóru konditión og lívsgóðska. Við hesi randomiseraðu kanningini vístu vit, at 12 vikur við regluligari háorku interval venjing var bæði trygt og hóskandi fyri fólk við hjartaæðrasjúku. Harafturat fingu tey betri konditión og eina betri lívsgóðsku samanborið við tey, sum ikki vandu.
Grein III: Í hesi randomiseraðu kanningini kannaðu vit hvussu reglulig venjing ávirkaði blóðplátur og blóðstorknan hjá 142 fólkum við hjartaæðrasjúku; 78 fólk sum ikki vandu og 64 fólk, sum vandu regluliga í 12 vikur. Tá hesir báðir bólkarnir blivu samanbornir, sóu vit ongar broytingar í blóðplátu funktión ella blóðstorknan eftir 12 vikur.
Grein IV: Vit kannaðu hvussu akutt hørð venjing ávirkar blóðplátu funktión og blóðstorknan hjá 165 fólkum við hjartaæðrasjúku og 25 frískum fólkum. Blóðplátu funktiónin øktist í báðum bólkum beint eftir harða venjing, og var verandi nakað hækkað 2 tímar aftaná. Blóðstorknanin broyttis ikki stórvegis beint eftir harða venjing, men eftir 2 tímar var systemið, ið upploysir blóðtøppar, týðiliga aktiverað.
Samanumtikið kunnu vit staðfesta, at reglulig háorku interval venjing hjá fólkum við hjartaæðrasjúku er trygg. Harafturat betrar venjingin um konditión og lívsgóðsku. Akutt hørð venjing kveikir blóðplátu funktiónina, men eisini systemið sum upploysir blóðtøppar. Tað sær ikki út til, at broytingar í blóðplátum og blóðstorknan kunnu forklára ágóðarnar av regluligari venjing hjá fólkum við hjartaæðrasjúku.
Ritgerðin fevnir um 4 vísindaligar greinir:
Grein I: Kristiansen J, Grove EL, Pedersen OB, Kristensen SD, Hvas AM. Effect of regular exercise training on platelet function in patients with cardiovascular disease and healthy individuals: A systematic review. Thromb Res. 2022 Dec. Epub ahead of print.
Grein II: *Kristiansen J, *Sjúrðarson T, Grove EL, Rasmussen J, Kristensen SD, Hvas AM, Mohr M. Feasibility and impact of whole-body high-intensity interval training in patients with stable coronary artery disease: a randomised controlled trial. Sci Rep. 2022 Oct 14;12(1):17295. *Shared first author
Grein III: Kristiansen J, Grove EL, Sjúrðarson T, Rasmussen J, Mohr M, Kristensen SD, Hvas AM. Haemostasis and fibrinolysis after regular high-intensity interval training in patients with coronary artery disease: a randomised controlled trial. Open Heart. 2022 Nov;9(2):e002127.
Grein IV: Kristiansen J, Grove EL, Sjúrðarson T, Mohr M, Kristensen SD, Hvas AM. Haemostatic and fibrinolytic response to acute strenuous exercise training in patients with stable coronary artery disease. In preparation.
Stuðlað verkætlanina hava: Aarhus Universitet, Sjúkrakassagrunnurin, Betri Stuðulsgrunnurin, Landssjúkrahúsið, Region Midtjylland, Fabrikant Karl G. Andersen Fond, A.P. Møller Fonden og Helga og Peter Kornings Fond.