Ph.d. skeið í hagtalsforritinum R
Depilin fyri Heilsu- og Almannagransking bjóðar út ph.d. skeið í hagtalsforritinum R í døgunum 27.-29 aug 2019. Skeiðið gevur 2 ECTS stig. Ph.d. lesandi hava framíhjárætt, men onnur eru eisini vælkomin. Leinkja til skeiðið er her
Depilin fyri Heilsu- og Almannagransking er eitt samstarv millum Fróðskaparsetur Føroya, Landssjúkrahúsið og Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu og hevur m.a. til endamáls at menna heilsuvísindaliga gransking og útbúgving í Føroyum.
Heilsugranskingardagur í Kongshøll í januar 2019 var fyrsta veruliga tiltakið í Deplinum. Dagurin var sera væleydnaður við framløgum frá 22 granskarum , sum høvdu 5 minuttir hvør at leggja fram eina heildarmynd av gransking sínari. Hettar var ein góður máti at fáa innlit í granskingina hjá hvør øðrum. Ætlanin er, at hettar skal vera ein afturvendandi tiltak. Ætlanin er eisini at gera onnur tiltøk. Depilin hevur verið til síðan 2015, men ætlanin er at økja um virksemi hjá Deplinum, soleiðis at hann verður ein meira sjónligur platformur, har allir heilsugranskarar í Føroyum hava tilknýti.