Ph.d.-skeið í granskingaretikki
hósdagur 14.09.2023, kl. 09:00, Søgu- og samfelagsdeildin
Hósdagin 14. september 2023 verður ph.d.-skeið í granskingaretikki á Søgu –og samfelagsdeildini í Jónas Broncksgøtu 25 í Havn
Thomas Søbirk Petersen og Jesper Ryberg, sum báðir eru professarar í etikki og knýttir at Roskilde Universiteti, koma til Føroya at hava skeið í granskingaretikki í heyst.
Skeiðið varir í ein dag og gevur 1 ECTS-stig.
Fyri at taka lut á skeiðnum skal ein hava lokið masternám og annaðhvørt vera í holt við eina ph.d.-verkætlan ella hava ætlanir um hetta.
Skeiðið gevur innlit í grundleggjandi granskingaretisk viðurskifti, sum allir granskarar eiga at kenna.
Tilmeldingarfreist er 1. juni 2023.
Umsóknarblað er her.
Ábyrgdarfólk: Sigri M. Gaïni.