Cool Faeroensis 2.jpg
Skriva út

Panelfundur un mentanarferðavinnu

fríggjadagur 01.06.2018, kl. 13:30, Sjóvinnuhúsið

Bergur Rønne Moberg, lektari á Føroyamálsdeildini, er saman við øðrum farin undir verkætlan, sum kallast Cool Faeroensia. Arbeitt verður í løtuni við at fáa til vega fígging til verkætlanina.

Í sambandi við vitjan frá verkætlanarbólkinum verður skipað fyri almennum panelfundi í Sjóvinnuhúsinum 1. juni kl. 13.30-15.00.

Luttakarara í panelinum:

Ottmar Ette, professari á Universität Potsdam
Martin Zerlang, professari á Københavns Universitet
Henrik Stampe Lund, fíggjarráðgevi á Københavns Universitet

Orðstýrari:

Bergur Rønne Moberg

Panelfundurin tekur støði í gransking í mentanarferðavinnu. Mentanarferðavinna snýr seg stutt sagt um, hvussu mentan og list/listahandverk kunnu brúkast í ferðavinnuhøpi. Hetta er vorðið ein átroðkandi spurningur, nú føroyingar eru farnir at síggja nýggjar møguleikar í at branda Føroyar ikki einans við atliti at vakrari náttúru, men eisini við atliti at fremstu avrikum landsins innan list og mentan. Ein nýggj branding, ein nýggj storytelling um Føroyar er á veg, og hon byggir brúgv millum list, gransking og mentan øðrumegin og (innovativt) vinnulív hinumegin. Ferðafólkini gerast alsamt fleiri. Hvussu fyrireika vit okkum mentanarliga til hetta, og hvønn týdning kunnu list og gransking fáa í hesum høpi?

Á fundinum fær almenningurin innlit í hesa verkætlan og øll eru vælkomin til at luttaka í kjakinum um gransking og føroyska mentanarferðavinnu.  Vit arbeiða undir yvirskriftini Cool Faeroensia, tí kaldar oyggjar eru vorðnar vælumtókt ferðamál, og Føroyar eru vorðnar cool!