NVL-seminar um mál, inklusjón og arbeiðsmarknað
Mikudagin 23. august frá kl. 8.30 og 17.00 verður seminar í Smæruni um mál, inklusjón og arbeiðsmarknað.
Seminarið fer í stóran mun at snúgva seg um spurningin: Í hvønn mun kann vaksnamannaútbúgving og læra viðvirka til betri inklusjón í samfelagið og á arbeiðsmarknaðinum?
Endamálið við seminarinum er at savna tilflytarar, myndugleikar, granskarar, undirvísarar, áhugapartar og aðrar ábyrgdarhavarar at kjakast um, hvussu vit skapa væleydnaða inklusjón í samfelagnum og á arbeiðsmarknaðinum. Høvuðsdentur verður lagdur á upplivingarnar hjá tilflytarum og avbjóðingar teirra í samband við at læra føroyskt, og hvussu tey uppliva at koma út á føroyska arbeiðsmarknaðin. Millum annað verður sjóneykan sett á føroyskt sum fremmandamál, og hvønn týdning skipað vaksnamannalæra hevur, tá tað snýr seg um at ogna sær málsligar førleikar, sosiala inklusjón og at fáa starv.
Sjóneykan verður eisini sett á gransking innan høvuðsevnini: mál og ójavni, atgongd til føroyskt, avleiðingar av vantandi starvsmøguleikum, forðingar fyri starvi innan egna útbúgving og yrki, innanhýsis mannagongdir í vinnulívinum, tvørmentanarligt samskifti og á fólk sum júst hava tilognað sær eitt evropeiskt minnilutamál.
Harumframt er ætlanin við stevnuni vitanardeiling, at netverka og at skapa høvi til at tosa saman og fáa kjakast um hesi evnini tvørturum samfelagsgeirar – soleiðis at komið verður longri fram á leið við inklusjón í samfelagnum og á arbeiðsmarknaðinum.
Tiltakið er ókeypis, men tilmelding/skráseting er neyðug. Tilmelding fer fram við at trýsta á hesa leinkjuna. Seinasta freist at boða frá luttøku er 18. august. Les meira um tiltakið her,
Tað eru Elisabeth Holm, The Newspeakers Network, Heriot-Watt University, Edinburg og David Im, integratiónssamskipari, Útlendingastovan, sum eru fyriskiparar vegna norðurlendska netverkið fyri vaksnamannalæru (NVL) og Yrkisdepilin í samstarvi við Útlendingastovuna.
Elisabeth Holm arbeiðir við eini ph.d.-verkætlan við heitinum: ”Nýggjar tíðir, ‘nýmælt í føroyskum’ og samfelagsmálvísindi í sambandi við integratión á arbeiðsmarknaðinum: Avbjóðingar og møguleikar”. Verkætlanin er stuðlað úr Granskingargrunninum. Les meira her.
Eisini ber til at lesa meira um "The New Speakers Network” í hesum faldaranum.
.