NSFK ráðstevna: Seksuellur harðskapur í Norðurlondum
Nordisk samarbejdsråd for Kriminologi (NSFK) er eitt ráð, við limum úr Danmark, Finnlandi, Ìslandi, Norra og Svøríki. Samstarvið fevnir eisini um Áland, Grønland og Føroyar.
NSFK skipar á hvørjum ári fyri granskingarráðstevnu. Í ár verður ráðstevnan 5. mai kl. 13.00-15.00. Evnið er " Seksuellur harðskapur í Norðurlondum".
Luttøkan er vanliga avmarkað, men í ár verður hon talgild umvegis Zoom. Tað er tí møguligt hjá øllum at luttaka ókeypis. Tað er ikki neyðugt at tekna seg.
Høvuðsrøðarar verða kunngjørdir leypandi á YouTube, har tú longu nú kann síggja tvey áhugaverd upplegg frá professara May-Len Skilbrei og granskara Stina Holmberg.
Meira kunning er at finna her.
Til ber eisini at seta set í samband við Daisy Iversen, kontaktskrivara fyri Føroyar hjá NSFK.
Um NSFK
NSFK skal virka fyri kriminologiskari (brotsfrøðiligari) gransking í Norðurlondum.
NSFK ráðið skal eisini veita mynduleikum í norðurlondum almannahjálp, í brotsfrøðiligum ivamálum, umframt kunna um virksemi hjá NSFK og um Norðurlendska brotsfrøði. NSFK hevur eisini møguleika at veita stuðul, til tey sum granska innan tað kriminologiska økið.