NCBio ráðstevna - Lívsstílstengdar sjúkur: Ábyrgd og etikkur
Ikki smittandi sjúkur sum hjartasjúkur, heilabløðingar og diabetes typa II verða knýttar at livihátti - og kunnu verða fyribyrgdar og viðgjørdar við broytingum í kosti, umhvørvi og lívsstíli.
Nordic Committee of Bioetchics - NCBio - skipar í juni fyri ráðstevnu, har ábyrgd og etikkur í sambandi við lívsstílstengdar sjúkur er á skrá. Endamálið er at umrøða hugtakið lívsstílstengdar sjúkur og sambandið við etisku atlitini hjá einstaklingum og samfeløgum í kunning, fyribyrging og viðgerð.
Ráðstevnan er frá 11. juni kl. 13 til 12. juni kl. 15 í Helsinki. Skráin sæst her
Ráðstevnan er ætla granskarum, politikarum og embætisfólkum, vinnuumboðum, heilsustarvsfólkum og annars øllum áhugaðum.
Tað er ókeypis at luttaka, men skráseting er neyðug. Hon fer fram á hesi síðuni
Luttakarar rinda sjálvir fyri ferð og uppihald.
Súsanna M. Mortensen er føroyskur eygleiðari í NCBio. Samband fæst við hana her