Hard choices.jpg
Skriva út

NCBio Ráðstevna: Hard Choices in Nordic Health Care 2.0

mánadagur 20.11.2017, kl. 08:30, Stockholm

Í november skipar norðurlendska nevndin fyri Bioetikk - Nordic Committee on Bioethics - fyri ráðstevnu við heitinum: "Hard Choices in Nordic Health Care 2.0". 

Fyriskipararnir siga soleiðis um bakgrundina fyri ráðstevnuna:
Øll lond standa við etiskum og fíggjarligum avbjóðingum í dag og enn meira í komandi tíðum í teirra heilsuverknum. Orsøkirnar eru fleiri: Broytt fólkasamanseting, fleiri sjúkur, fleiri, betri og dýrari viðgerðarmøguleikar o.s.fr. 

Gloppið millum, hvat kann verða gjørt og hvat peningur er til at gera á heilsuøkinum er tí vaksandi. Neyðugt er at raðfesta. Hvør skal gera hetta og hvussu?

Sí meira um ráðstevnuna, skrá og upplýsing um tilmelding her

Faldarin fyri ráðstevnuna sæst eisini her

Ráðstevnan er ókeypis, men tað er neyðugt at boða frá luttøku. Ferð og uppihald rinda luttakarar sjálvir.