Skriva út

Námsvísindaligur granskingardagur

mikudagur 03.05.2023, kl. 09:00, Aulan, Námsvísindadeildin

Námsvísindadeildin á Fróðskaparsetrinum bjóðar til Námsvísindaligan granskingardag um gransking innan lærara- og námsfrøðiyrki.

Tey siga soleiðis:

Námsvísindaligi granskingardagurin varpar ljós á gransking, sum fer fram á Námsvísindadeildini og gevur høvi til at kjakast um, hvussu vit menna námsfrøðiliga gransking í Føroyum.

Undirvísing og námsfrøði eru kjølurin undir okkara samfelagsmenning, og tað eru hesi, sum koma at bera okkum fram á leið og inn í framtíðina. Hetta eru samstundis kjarnuøkini á
Námsvísindadeildini, har bæði undirvísing og gransking innan hesi øki fer fram.

Sí skrá her

Tilmeldingarfreistin er 24. apríl og kostnaðurin 600 kr. fyri hvønn - melda til her