Mentanarnátt í Kongshøll
Fróðskaparsetur Føroya og Granskingarráðið skipa í felag fyri filmssýningum í Kongshøll mentanarnáttina 10. september, tá listaligi vísindafilmurin, “Almost Human” verður vístur
Setrið og Granskingarráðið lata á mentanarnáttini 10. september dyrnar upp fyri almenninginum í Kongshøll á Vestaru bryggju í Havn.
Á skránni eru tvær sýningar av filminum, “Almost Human: Notes on the human conditions by 10 scientists and a robot”.
“Almost Human” er eitt sjálvstøðugt listaligt verk, sum essayistiskt byggir brúgv millum list og vísindi í síni viðgerð av evnum sum vitlíki, tólmennistøkni, veðurlagsbroytingum, uppruna heimsins, falskunning o.s.v.
Jeppe Rønde hevur leikstjórnað, Stephen Fry er frásagnarfólk og Carlsbergfondet hevur fíggjað filmin, sum hevði frumsýning á dokumentarfestivalinum, CPH:DOX, í fjør og síðani hevur verið sýndur á mongum filmsfestivalum kring um í heiminum.
- Vísindini hava av álvara víst seg at vera púra avgerandi fyri okkara vælferð og førleika at handfara álvarsligar støður, tá kreppa rakar. Carlsbergfondet hevur til endamáls at styrkja vísindini og kritisku støðutakanina, grundað á vísindaligar sannroyndir. Tí halda vit, at stundin er komin til, at øll í Danmark, Grønlandi, Føroyum og Íslandi skulu sleppa at síggja “Almost Human” ókeypis, sigur Flemming Besenbacher, professari og nevndarformaður í Carlsbergfondet.
Sýningarnar í Kongshøll verða 10. september klokkan 17 og aftur klokkan 19 við innleiðslu hjá ávikavist Ragnheiður Bogadóttir og Firouz Gaini.
Sýningarnar eru ókeypis, og ein drekkamuður verður eisini at fáa.