May-Britt Skoradal verjir ph.d.
Fríggjadagin 7. mai klokkan 13 fer May-Britt Skoradal, varadekanur á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi, at verja sína ph.d.-ritgerð á Fróðskaparsetrinum.
Ritgerðin snýr seg um fótbólt sum heilivág og fyribyrging fyri lívsstílssjúkur og eitur: “Football is Medicine: Promoting healthy living and an effective means of preventing and treating lifestyle diseases”.
May-Britt hevur m.a. kannað, hvørja ávirkan kostvegleiðing og heilsufótbóltur hava á heilsuparametur hjá fólki við pre-diabetes.
Andmælingar verða Svein Arne Pettersen, professari, Susana Cristina de Araújo Póvoas, lektari, og Marin Strøm, lektari.
Ph.d.-verjan hjá May-Britt Skoradal verður í Kongshøll á Vestaru bryggju í Havn, og tiltakið er alment.
Verkætlanin er stuðlað av Sjúkrakassagrunninum.