Matvit
Skriva út

Matvit - ráðstevna um burðardygt matsjálvbjargni

fríggjadagur 08.04.2022, kl. 14:00, Norðurlandahúsið

Matvit er ein áhugabólkur, ið virkar fyri burðardyggum matsjálvbjargni. Fólkini handan Matvit skipa fyri eini ráðstevnu, sum verður tann 8-9. apríl 2022 í Norðurlandahúsinum.

Ráðstevnan er fyriskipað í samstarvi við Norðurlandahúsið og er stuðlað fíggjarliga av Granskingarráðnum og Búnaðargrunninum.

Stuðulin frá Granskingarráðnum er til ph.d.-verkætlan hjá Elisabeth S. Olsen.

Nærri kunning um skrá og annað er at finna á facebook. Luttøka á verkstovuni hjá Anders Lerberg Kopstad, leygardagin 9. apríl krevur tilmelding, sum kann gerast á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum.