Maria Skaalum Petersen Professari
Skriva út

Maria Skaalum Petersen heldur professarafyrilestur

fríggjadagur 16.02.2024, kl. 15:00, Kongshøll

Fríggjadagin 16. februar klokkan 15:00 heldur Maria Skaalum Petersen almennan professarafyrilestur í Kongshøll á Fróðskaparsetri Føroya á Vestaru Bryggju í Havn

1. septembur 2023 varð Maria Skaalum Petersen, granskari og leiðari í Heilsugranskingareindini í Sjúkrahúsverkinum, tilnevnd adjungeraður professari í heilsuvísindum á Deildini fyri heilsu-og sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetri Føroya. Sum siður er, heldur hon í tí sambandi almennan professarafyrilestur í Kongshøll.

Fyrilesturin hevur heitið Epidemiologisk gransking við vídd – úrslit frá egnari gransking.

Øll eru hjartaliga vælkomin, og eftir fyrilesturin bjóðar Setrið ábit.