March for Science
leygardagur 22.04.2017, kl. 13:00, Altjóða
Kring heimin fara granskarar og onnur at ganga kravgongu til frama fyri vísindum leygardagin 22. apríl.
Hugskotið kemur úr USA, har granskarar og onnur fara at gera vart við týdningin av vísindum og at granskingargrundað vitan verður nýtt í samfelagnum. Tað verður lagdur serligur dentur á, at vísindi ikki kenna nøkur mørk og at styrkin er fjølbroytni og opinleiki.
Sambært stigtakarunum er 'March for Science' fyrsta stigið í eini alheims rørslu til at verja týðandi leiklutin, sum vísindi hava fyri heilsu, trygd, búskap og stjórnir okkara.
Tiltakið verður í fleiri enn 500 býum undir yvirskriftini ’Science, no silence.’
Les meira á ‘March for Science’
Les eisini tíðindini á gransking.fo