Málting um íslendskt fullveldi – søga, samanburðir og orðaskifti
Íslendingar hátíðarhalda í ár, at 100 ár eru liðin síðan fullveldi teirra varð staðfest. Í hesum sambandi skipar aðalkonsulát Íslands saman við Fróðskaparsetri Føroya fyri serligum máltingi í Sjóvinnuhúsinum hósdagin 11. oktober kl. 15.30-18.00. Tá fara kønir røðarar úr Íslandi, Føroyum og Danmark at viðgera og kjakast um, hvat ið fór fram og hvørjar avleiðingarnar hava verið fyri bæði Ísland og restina av ríkisfelagsskapinum. Fyrilestrarnir verða hildnir á donskum og enskum.
Forseti Íslands, søgufrøðingurin Guðni Th. Jóhannesson, sum vitjar í Føroyum í sambandi við máltingið, verður ein av fyrilestrahaldarunum og fer at røða um sambandssáttmálan og lóg um ríkisleiðaravald. Føroysku søgufrøðingarnir Erling Isholm og Hans Andrias Sølvará fara at taka støði í føroyskum fíggjarligum og politiskum viðurskiftum og greina á hvønn hátt sambandið við Danmark varð øðrvísi her enn í Íslandi, og hvussu ið tað ávirkaði hini londini í ríkisfelagsskapinum, at Ísland gjørdi av at staðfesta sítt fullveldi. Danski søgufrøðingurin Søren Mentz fer at røða um „600 ár av felagsskapi“ og Gunnar Þór Bjarnason, søgufrøðingur og høvundur fer at greiða nærri frá sjálvstýrisrørsluni í Íslandi, og hvussu 2. heimsbardagi ávirkaði gongdina. Aftaná framløgurnar verður pallborðskjak millum luttakararnar og áhoyrarar fáa høvi at spyrja spurningar.
Tá tiltakið er lokið kl. 18.00, bjóðar Pétur Thorsteinsson, aðalkonsul Íslands í Føroyum til móttøku við løttum veitingum. Tað er er ókeypis at taka lut og øll eru hjartaliga vælkomin. Av tí at plássið er avmarkað er kortini neyðugt at boða frá luttøku á telduposti bob@mfa.is ella á telefon: +298 238102
Skrá fyri hósdagin 11.10.2018
15:30-15:40 Sigurð í Jákupsstovu, Rektari á Fróðskaparsetri Føroya bjóðar vælkomin
15:40-16:10 The Act of Union and Rule of the Head of State (Sambandssáttmálin og lóg um ríkisleiðaravald), Forseti Íslands, Guðni Th. Jóhannesson.
16:10-16:30 Økonomiske og politiske forklaringer på Islands og Færøernes forskellige veje til selvstændighed, Erling Isholm, Søgu- og samfelagsdeildin, Fróðskaparsetur Føroya
16:30-16:50 600 Years of Commonwealth (600 ára felagsskapur), Søren Mentz, søgufrøðingur og stjóri á savninum “Museum Amager“
16:50-17:00 Steðgur
17:00-17:20 The Independence Movement, World War and Sovereignty (Sjálvstýrisrørslan, heimsbardagi og fullveldi), Gunnar Þór Bjarnason, søgufrøðingur og høvundur
17:20-17:40 Islands suverænitet og dansk-færøske relationer, Hans Andrias Sølvará, Søgu- og samfelagsdeildin, Fróðskaparsetur Føroya
17:40-18:00 Pallborðskjak / Spurningar og svar
18:00-19:00 Móttøka við onkrum góðum til góman. Pétur Thorsteinsson, aðalkonsul Íslands, er vertur