Norðurlandahúsið.jpg
Skriva út

Læraradagar um Heimsmálini

týsdagur 06.11.2018, kl. 09:00, Norðurlandahúsið

Heimsmálini - fólkaræði og dannilsi

Í døgunum 6. til 7. november í ár verða læraradagar fyri øllum fólkaskúlalærarum í Norðurlandahúsinum. Fyriskiparar eru Nám og Mentamálaráðið.

Evnið á læraradøgunum er Tey 17 heimsmálini fyri burðardyggari menning, við serligum atliti at fólkaræði og dannilsi.

Sum lýst av ST eru Heimsmálini galdandi frá 2015 til 2030. Endamálið við Heimsmálunum er at skapa ein betri heim, og at fáa eina greiðari fatan og størri tilvitsku hjá hvørjum einstøkum borgara - eisini í Føroyum.

Til endamálið hevur Nám gjørt eina temasíðu á undirvísingarportalinum Snar.

- Hugsanin hjá okkum við hesum evni á læraradøgunum í ár er, at geva leiðslum og lærarum íblástur til at arbeiða við Heimsmálunum í undirvísingini, við ymsum evnum og ymsum hættum, sigur Wenche Andreasen, sum er samskipari av tiltakinum.

- Skráin er tann sama báðar dagarnar. Pláss er fyri umleið 400 luttakarum hvønn dagin og tilsamans koma vanliga yvir 800 skúlafólk, sum dagliga virka í fólkaskúlanum, bæði til fakliga kunning og íblástur, sigur Wenche.

Dagurin verður skipaður við fýra felags framløgum í høllini og níggju verkstovum, sum vera í øðrum hølum í Norðurlandahúsinum. Hvør luttakari skal melda seg til tvær verkstovur, eina fyrrapartin og eina seinnapartin.

Ein av verkstovunum eitur: Arbeiðshátturin hjá Vitanarfróða og Vitanarfróðu

Nám og Granskingarráðið samstarva um kappingina Ársins Vitanarfróðu. Hetta er kapping fyri næmingar í miðdeild og hádeild. Íblásturin kemur frá norsku kappingini Nysgjerrigper. Endamálið við verkstovuni er at greiða frá um arbeiðsháttin, har næmingarnir arbeiða í bólkum sum rættir granskarar, at seta orð á, hvat næmingar fáa burturúr og at koma við dømum um, hvat arbeiðast kann við í ymsum lærugreinum.

Tað eru Ingebjørg B. Hillestad, lærari, ið er knýtt at Nysgjerrigper í Noregi sum saman við Anniku Sølvará, stjóra í Granskingarráðnum, stendur fyri verkstovuni.