Sjóvinnuhúsið.jpg
Skriva út

Kunningarfundur um granskingaretikk og reglur

hósdagur 29.11.2018, kl. 14:00, Sjóvinnuhúsið

Granskingarnevndin hevur samtykt at seta krøv um ítøkiliga lýsing av etiskum viðurskiftum í øllum umsóknum um stuðul til gransking. Í hesum sambandi skipar Granskingarráðið fyri einum kunningarfundi um granskingaretikk og góðan granskingarsið.

Fundurin verður í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum hósdagin 29. november kl. 14.00.

Á fundinum fara umboð fyri Granskingarráðið at hava framløgu um almennar granskingaretiskar leiðreglur og um ítøkiligu krøvini til lýsing av etiskum viðurskiftum í umsóknum um stuðul.

Umboð fyri Vísindasiðsemisnevndina og Dátueftirlitið koma at greiða frá, í hvørjum førum tey skulu kunnast/hava umsókn, hvørji krøv eru, hvat skal til fyri at fáa loyvi og nær í tilgongdini tað er skilabest at søkja.

Fundurin vendir sær serliga til granskarar og granskingarstovnsleiðslur, men er almennur og øll eru vælkomin.