Havgransking Tidindi
Skriva út

Kunningarfundur: Stuðul til havgransking 2024

mikudagur 27.09.2023, kl. 14:30, Kongshøll

Lýst verður aftur eftir umsóknum til granskingarskránna Havgransking í Norðuratlantshavi - MARiNAO. Granskingarskráin er fíggjað av donsku stjórnini og eggjar til granskingarsamstarv millum Grønland, Føroyar og Danmark. Freistin at søkja er 10. desember 2023 kl. 12 føroyska tíð.

Hvussu er so leiðin frá hugskoti til verkætlanarbyrjan, um tú kundi hugsað tær at fingið stuðul til eina granskingarverkætlaná hesum økinum?

Mikudagin 27. september kl. 14.30 skipar Granskingarráðið í samstarvi við Fróðskaparsetrið fyri kunnandi fundi um møguleikar og krøv til umsóknir. Fundurin verður í Kongshøll.

Byrjað verður við framløgu um, hvat stuðul kann latast til, hvør kann søkja og serliga hvørjar broytingar eru í treytum í mun til undanfarin ár.

Greitt verður frá umsóknarportalinum og ítøkiligu krøvunum til umsóknir. Høvi verður at seta spurningar.

Fundurin verður hildin á føroyskum.

Í næstum verður eisini ein netfundur á enskum.

Les meira um MARiNAO her