Kunningarfundur fyri føroysk lesandi í Íslandi
hósdagur 08.02.2018, kl. 17:00, Túngata 14, 3. hædd
Hósdagin 8. februar kl. 17.00 verður kunningarfundur fyri føroysk lesandi og onnur áhugað á Sendistovu Føroya í Reykjavík.
Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum, og Johan Ísak Suni Hansen, fyrisitingarstjóri á Fróðskaparsetrinum, kunna um stuðulsmøguleikar til gransking og útbúgvingarmøguleikar í Føroyum.
Fundurin verður á Sendistovuni, Túngata 14, 3. hædd. Aftaná verður kaffi og ábit.
Fyriskiparar eru Fróðskaparsetrið, Granskingarráðið og Sendistova Føroya í Reykjavík