COST Limaskapur 1
Skriva út

Kunning um COST netverk

týsdagur 18.02.2025, kl. 09:00, Á netinum

COST netverk – COST Actions - eru ein lutfalsliga lættur máti koma við í góð altjóða granskingarnetverk og kunnu økja møguleikan at fáa stuðul frá eitt nú Horizon Europe munandi

Góð netverk eru lykilin til at sleppa við í røttu bólkarnar – konsortium – tá søkt verður um stuðul frá altjóða skráum sum Horizon Europe og NordForsk.

COST skipar fyri einum stuttum kunningartiltaki á netinum 18. februar kl. 9.00-10.45 føroyska tíð.

Hetta verður greitt frá um COST, um hvussu tú kanst luttaka í einum COST netverki, hvussu tú søkur og hvat fígging fæst til og hvørjir fyrimunir eru.

Les um tiltakið og meldað til her
Eisini er kunning um COST við teksti og stuttum filmum á heimasíðu teirra

Granskarar og onnur í Føroyum hava atgongd til at søkja um at vera við til at stovna nýggj COST netverk. Eisini ber til at søkja um at koma við í virkin COST netverk. Til ber at leita eftir viðkomandi netverkum, t.d. við evnum ella ítøkiligum leitorðum her, í yvirskrift ella breyðteksti. Minst til at seta flugubein, so tað bara eru virknu netverkini, sum koma fram. Leita her

COST er stytting fyri European Cooperation in Science and Technology.

Føroyar hava støðu sum Near Neighbour Country og Granskingarráðíð bindilið millum COST og Føroyar.