Jobmatch.jpg
Skriva út

Jobmatch 2024

mánadagur 30.12.2024, kl. 12:00, Básur 46, Norðurlandahúsið

Jobmatch verður aftur í ár í Norðurlandahúsinum. Tiltakið er serliga ætlað lesandi í Føroyum og uttanlands og fer at varpa ljós á starvsmøguleikar og geva rúm fyri ítøkiligum samrøðum um komandi samstarv.

Granskingarráðið fer eins og undanfarin ár at gera vart við, hvørjir møguleikar eru fyri at arbeiða sum granskari í Føroyum ella sum føroyskur granskari uttanlands við tilknýti til føroyskar stovnar og fyritøkur.

Vit fara at vegleiða fólki, sum umhugsa at søkja stuðul frá frá Granskingarráðnum til verkætlanir. Freistin at søkja í 2025 er 17. februar kl. 12, so tað er í tøkum tíma at søkja sær ráð á Jobmatch.

Granskingarráðið fer bæði at hava ein bás og at hava eina framløgu við góðum ráðum í sambandi við umsóknararbeiðið. Framløgan verður kl. 14.40.

Á bási okkara vera starvsfólk tøk at vegleiða og geva góð ráð í sambandi við umsóknir og granskingarmøguleikar yvirhøvur. Bíleggur tú tíð frammanundan, ert tú vís/ur í, at sleppa framat. 

Annars ber altíð til at hitta okkum á skrivstovuni á Bryggjubakka og at kunna teg um møguleikar og treytir á gransking.fo