Guðni Th. Jóhannesson.jpg (1)
Skriva út

Íslendski forsetin heldur almennan fyrilestur

týsdagur 16.05.2017, kl. 10:00, Jónas Broncks gøtu 25

Týsdagin 16. mai kl 10 fer Guðni Th. Jóhannesson, forseti Íslands, at halda almennan fyrilestur á Søgu- og Samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum við heitinum: "Stríðið um fiskigrunnarnar. Ymiskir vegir til felags mál." Fyrilesturin verður hildin á enskum.

Guðni Th. Jóhannesson er søgufrøðingur og hevur serliga granskað nýggjaru søgu Íslands, m.a. hevur hann skrivað um toskakríggini, fíggjarkreppuna 2008-2011 og um íslendska forsetaembætið. Hann hevur lisið á fleiri universitetum í Onglandi og á Haskúla Íslands. Hann vardi í 2003 ph.d.-heiti á Queen Mary, University of London. Hann hevur starvast á Háskúla Íslands, Bifröst University og University of London.

Fyrilesturin verður hildin í sambandi við almennu vitjanina hjá forsetahjúnunum, Guðni Th. Jóhannesson og Eliza Jean Reid, í Føroyum í døgunum 15.-19. mai.

Skráin fyri almennu vitjanina sæst her.

Mynd: Sigtryggur Ari