Horizon 2020 - Science with and for Society 2020
mánadagur 14.10.2019, kl. 08:00, Varsjava, Pólland
Í døgunum 14 og 15 oktober 2019 verður tiltak í Varsjava í Póllandi, sum hevur fokus á Science with and for Society í Horizon 2020.
Talan er um altjóða vitanardeiling við denti á evnini í útboðunum fyri 2020. Útboðini í Science with and for Society (SwafS) skránni í Horizon 2020 verða tey seinastu á hesum sinni. Luttakarar hava møguleika at luttaka í meklaraátakinum tann 15 oktober, har høvi verður at taka lut í fundum saman við øðrum áhugaðum. Fundirnir verða fyrireikaðir frammanundan so at tey, sum leita eftir samastarvspartnarum innan somu útboð kunnu hittast.
Til ber at lesa meira og skráseta seg til tiltakið her